LinuxKonsult | fo
Greinar
Hvat er Linux?
Linux er ein stýriskipan. Tey flestu kena Windows. Eins og Windows er Linux ein stýriskipan ið liggur undir øllum teimum vanligu forritunum, Word, Chrome, Firefox osfr.
Hví skal eg hava Linux á telduni?
- Tí tað er ein góð og trygg stýriskipan
- Tí tað kostar onki.
- Tí ein gomul telda kann fáa nýtt lív og vera brúkt í fleiri ár aftrat.
- Tí tú kanst gera øll vanlig ting á eini Linux teldu.
Spurningar til Linux
Hvussu sær Linux út?
Linux finst tí nógvum variantum, Ubuntu, Linux Mint, Red Hat, Fedora, Manjaro osfr.
Fyri ein nýggjan brúkara Viðmæla vit Linux Mint ella Ubuntu. Fyri ein royndan brúkara er munurin á útgávunum sum so minni, men vit viðmæla eisini har Linux Mint ella Ubuntu ella elementary OS.
Linux Mint minnir nógv um Windows og elementary OS minnir nógv um MacOS, men ella Ubuntu líkist frá, men er lætt at brúka allíkavæl.
Sjálvt um man koyrir Linux Mint ella Ubuntu finnast nógv Skriviborðsumhvørvi.Til Linux Mint eru Cinnamon og MATE mest vanlig. Til Ubuntu eru Gnome og KDE mest vanlig. Men øll skriviborðumhvørvini kunnu koyra á øllum útgavunum á Linux. Niðanfyri hyggja vit uppá tær mest vanligu samansetingarnar.
Linux Mint við Cinnamon ella MATE?
Cinnamon er flottari, nýggjari og tyngri at koyra enn MATE. Ein full gjøgnumgongd av Cinnamon og MATE er her.
Ubuntu Linux við Gnome ella KDE?
Gnome er flottari, nýggjari men eisini væl tyngri enn KDE. Gnome líkist nógv frá Windows um man er vanur við tað, har KDE líkist meira Windows. Ein samanbering av Gnome og KDE her.
Hvussu fái eg Linux?
Vel hvat Linux tú hevur hug at royna og klikk so víðari her:
- Vegleiðing til at leggja inn Linux Mint.
- Vegleiðing til at leggja inn Ubuntu Linux.
Stubbar
Hvussu seti eg Dolphin at vera default file manager í Ubuntu?
Installera Dolphin.
Les fyrst hvør file manager er aktivur í ubuntu.
Set síðani Dolphin at vera default file manager:
Veracrypt: Forða Veracrypt diskar ið at vera unmountaðir við standdby
Fyri at forða VeraCrypt í at unmounta diskar við standby, opna so fílina
Broytingarnar eru effektivar beinanvegin.
Sonos á Linux
Tann besti Sonos controllarin er NOSON. Installatións vegleiðing er á leinkjuni. Men fyri Ubuntu eru boðini
sudo apt-get update
sudo apt-get install noson-app
Framkomnar greinar um Linux
- How to Enable Hibernate in Ubuntu 22.04 LTS - Testað og riggar væl!
- How to change the login screen in Ubuntu 22.04 LTS - Testað og riggar væl!