Bloggurin hjá Ninnu

tirsdag den 27. oktober 2009

Hjá Fotograf


Hey Tit

Nú er langt síðani, so nú má eg skriva okkurt aftur... Nógv er hent síðani eg skrivaði seinast, so nógv at eg ikki fái skriva alt... Men síðst í september kom pápi Shonnu framvið heima hjá okkum at taka myndir av mær... tað var ordiliga stuttligt, sjálvt um eg lat sum at eg ikki tímdi serliga væl.

Onkrar myndir av tí eru her.

Myndirnar sum fotogrtafurin (Claus) tók liggja á heimasíðuni hjá honum.

Annars hevur babba lagt myndir av mær út eisini í fleiri umførum á blogginum hjá sær:

Myndir III
Myndir II
Myndir I

Etiketter: ,

fredag den 23. oktober 2009

Míne heilt egni bloggur / Min helt egen blog

Hey tit øll / Hej alle sammen

So, nú havi eg fingið mína egnu heimasíðu og blog sum liggur á ninna.hjollum.com ella hjollum.com/ninna ... Eg fari at royna at skriva har og leggja myndir út har heilt skjótt! Hyggi inn javnan!!

/Ninna

=====

Sådan, så har jeg fået min helt egen hjemmeside og blog som ligger påninna.hjollum.com eller hjollum.com/ninna ... Jeg vil forsøge at skrive derude og lægge billeder derud meget snart! Check det jævnligt!!

/Ninna

mandag den 27. juli 2009

[fo] So eri eg her!!



Hey tit,

So eri eg her! Eg sparkaði hol á vatnið hjá mammu leygarnáttina kl 0020, og so skumpaði eg verkirnar í gongd kl 0100. Mamma hevði tað nokkso strævið, tí eg var ordiliga ivrig at sleppa út beinanvegin, so eg skumpaði undir verkirnar hvønn 5. min alla tíðina. Tað var eitt sindur ringt at koma út men mamma var ordiliga treisk so út kom eg! Soe... Hey stóra verð og tit øll!!

/Diddan

PS. Eg var 50cm long og vigaði 3310g tá eg varð fødd.
PPS. Babba hevur lagt onkrar myndir av mær út.

lørdag den 25. juli 2009

Um meg...

Hey

Eg eri ikki komin heilt í verðina enn, men eg komi um tveir dagar (um alt gongur sum ætlað:-) ), og mamma og babba gleða seg, eisini sjálvt um tey eru eitt sindur spent og nervøs um hvussu alt fer at vera :-) - Men tað leggi eg onki í... eg geri sum eg vil inni í búkinum á mammu. Tað er soooo stuttligt at bólta rút herinni, sjálvt um her ikki er so nógv pláss longur... Um eg bólti serliga nógv hoyri eg hvussu mamma puffar utttanfyri - haldi hon heldur meg vera eitt sindur strævnan onkuntíð:) Men nú gleði eg meg mest at koma út at síggja verðina... vit síggjast:)

/Baby