Støddfrøðivegleiðingin
Støddfrøðivegleiðingin
- Hevur tú ilt við støddfrøðini?
- Er okkurt serstakt evnið tú hevur ilt við?
- Hevur tú brúk fyri at hjálp til eina roynd ella próvtøku?
- Vilt tú duga betri at gera avleveringar?
- Vit kunnu hjálpa við øllum hesum og meira!
- Øll kunnu læra støddfrøði! ... og vit kunnu hjálpa tær!
Hvørjum hjálpa vit?
Vit veita privatundirvísing í støddfrøði á miðnámi. Okkara undirvísarar eru allir útbúnir og royndir støddfrøðiundirvísarar.
Vit hjálpa við:
- Rokniuppgávum
- Innlatingum
- At skilja evnið
- Próvtøkuhjálp, skrivligt og munnligt
Vit undirvísa sjálvandi á bæði A, B og C-stigi.
Hvar?
Okkara konsultentar arbeiða úr Havnini, men tað ber til hjá okkum at koma allastaðni. Vit hava eisini góðar royndir við at vegleiða gjøgnum Messenger, Teams, Zoom ella tílíkt. Setið tykkum í samband við okkum, so finna vit eina loysn.