Bloggurin hjá Ninnu

mandag den 27. juli 2009

[fo] So eri eg her!!



Hey tit,

So eri eg her! Eg sparkaði hol á vatnið hjá mammu leygarnáttina kl 0020, og so skumpaði eg verkirnar í gongd kl 0100. Mamma hevði tað nokkso strævið, tí eg var ordiliga ivrig at sleppa út beinanvegin, so eg skumpaði undir verkirnar hvønn 5. min alla tíðina. Tað var eitt sindur ringt at koma út men mamma var ordiliga treisk so út kom eg! Soe... Hey stóra verð og tit øll!!

/Diddan

PS. Eg var 50cm long og vigaði 3310g tá eg varð fødd.
PPS. Babba hevur lagt onkrar myndir av mær út.

lørdag den 25. juli 2009

Um meg...

Hey

Eg eri ikki komin heilt í verðina enn, men eg komi um tveir dagar (um alt gongur sum ætlað:-) ), og mamma og babba gleða seg, eisini sjálvt um tey eru eitt sindur spent og nervøs um hvussu alt fer at vera :-) - Men tað leggi eg onki í... eg geri sum eg vil inni í búkinum á mammu. Tað er soooo stuttligt at bólta rút herinni, sjálvt um her ikki er so nógv pláss longur... Um eg bólti serliga nógv hoyri eg hvussu mamma puffar utttanfyri - haldi hon heldur meg vera eitt sindur strævnan onkuntíð:) Men nú gleði eg meg mest at koma út at síggja verðina... vit síggjast:)

/Baby