Lat meg byrja við at siga at eg principielt ikki eri ímóti einum Sandoyartunnli. Men eg eri hart ímóti Sandoyartunnlinum í verandi líki, tí at tað er ikki fíggjarliga ráðiligt í løtuni. Sum eg skilji tað, er hetta uppskotið bert so nógv tað stórsta og flottasta dømið um tann super-lokalpatriotiska politikkin sum vit hava roynt at sleppa undan, og sum nógv hava talað ímóti í nógv nógv ár. Harafturat ber hetta brá av at vera ein lappaloysn, ella ikki loysn, men lappa-uppskot ið slettis ikki er gjøgnumhugsað ella gjøgnumviðgjørd.
Harafturat kann mann leggja, at havnin í Skopun hevur verið í ger ella undir útbygging (at síggja til uttan mál og mið mestu tíðina) í uml. 30 ár. So spreingir mann helvtina av streymoynni burtur til tess at gera Gomlurætt (sum sjálv, longu meðan hon stóð í gerð, varð kallað óðamannaverk), og byggir nýggjan Teista sum siglir í pendulfart - Men eru tær 1400 sálirnar á Sandoynni nøgdar við tað? - Nei, nei teir skulu hava meir - Og tað hava teir fingið, eina hálva millión krónur í part í Jólagávu frá restini av Føroya fólki.
Um mann nú skal vera eitt sindur beistaktigur so kundi mann sagt at tað uppá sikt hevði verið bíligari fyri restina av Føroyum, bara at givið hvørjum Sandoyingi hasa ½ mio. kr kontant, við tí treyt at teir fluttu av oynni innan 2 ár. Hetta hongur saman tí at um man roknar við einum miðal húski uppá 4 so høvdu tey 2 mio. kr. at keypa sær hús fyri aðrastaðni, og man hevði ikki haft útjaðaraútreiðslur av Sandoynni meir. Ná men líka mikið - hatta var bert eitt tankaeksperiment.
Um ein hinvegin hugsar sær at skilagóðir (og gjarna vælútbúnir), settu seg niður og gjørdu eina visjón fyri Føroyar (ikki eitt tómt skal eins og Visjón 2015) í framtíðini, við hartilhoyrandi, útbygging av infrastrukturi, lestrar- og granskingarstrukturi, vinnulívsstrukturi vm., og eisini tók skatta-, økonomi-, arbeiðsmarknaðar-, útflutningsvinklar uppí, ja so hevði eg verið fyri bæði einum Sandoyar- og einum Suðuroyartunnli, tí so kundi aðrir Føroyingar sæð (eisini svart uppá hvítt), at tað loysti seg at binda alt landið saman í eitt vegakervið. T.d. hevði tað økt munandi um dynamikkin í økonomiinum í hesum báðum oyggjum um man kundi haft service-fyritøkur ið kundu bjóða út sína tænastu til onnur enn egnar oyggja-búgvar.
Sum eg síggji tað, so er tað vit skulu liva av í framtíðini, at útflyta vitan. Og tí er tað umráðandi at vit skapa umstøður at toga heim allar teir hundratals sera sera vælútbúðnu føroyingar ið búgva uttanlanda, og ið ikki koma heim tí at her ikki eru størv til teir. Mín vón skal tí vera at vit fáa ein nýggjan stundentaskúla í Hoydølum og at Fróðskaparsetur Føroya fær økt sína játtan við 1% av tí játtan ið júst er givin Sandoyingum.
Allar seinast fari eg at ynskja, at føroyingar ikki velja inn "visjonerar" menn sum Gerhard Logberg, Marius Dam og teirra líkar (ongin nevndur, ongin gloymdur), ið eftir mínum tykki, eru beinleiðis skaðiligir fyri Føroyar. Føroyingar, beri nú Føroyar inn í 20. øld (og ja, eg meini tjúgundu), so kunnu vit royna 21. aftaná.
Labels: [fo] Føroyar, [fo] Politikkur, [fo] Ymiskt