Wednesday, September 16, 2009

[fo] Diddan veksur enn ...


So eru vit aftur her við nøkrum myndum... Diddan veksur og stórtrívist, og er byrja at smíla, gálva, flenna og agøøh'a og vit eru øgiliga stolt foreldur at fitttastu didduni í verðini...

PS. Myndirnar liggja her.

Labels: , ,

Thursday, August 20, 2009

[fo] Diddan veksur...


Diddan er nú 3 vikur og 4 dagar og vigar 4150g og er 53cm, tvs at hon hevur tikið 840g ella 25.4% uppá í vekt síðani hon varð fødd, og 650g uppá uppá 2 vikur og tað er ordiliga fínt segði tann klóka konan sum var uppá besøk mikudagin.
Eisini hava vit tikið nakrar myndir seinastu vikurnar sum vit hava lagt út. Myndirnar eru her.
Hygg aftur um nakrar dagar, so hava vit helst lagt nakrar myndir út afturat.

PS. hon verður lekkrari fyri hvønn dag,
PPS. ... og er eisini byrjað at smílast eitt sindur halda stoltu foreldrini:)

Labels: , ,

Monday, July 27, 2009

[fo] Diddan er komin




Hey øll

Sunnukvøldið 26. juli kl 20:43 varð eg pápi at eini fittari lítlari prinsessu.
Mamma og barn hava tað gott.

Nakrar fáar myndir eru her: Myndir av didduni.

/Jari

PS. Hon vigaði 3310g og var 50cm long.

PPS. Diddan hevur longu fingið sín egna blogg á diddanhjollum.blogspot.com.

Labels: , , ,