[fo] Góð ráð til telduna
Niðanfyri havi eg gjørt ein lista yvir forrit/programmir sum kunnu hjálpa einum í ymsum støðum. Í mest møguligan mun havi eg sett frí/gratis forrit á listan.
Mítt besta ráð til telduna: Hav hetta í lagi: [Anti-virus] - [Anti-spyware/adware] - [Firewall] - [Windows update]
Spyware/Adware - (forrit sum gera fortreð á ymsan hátt)
Ungang at fáa "skrebu" á telduna
Mítt besta ráð til telduna: Hav hetta í lagi: [Anti-virus] - [Anti-spyware/adware] - [Firewall] - [Windows update]
Spyware/Adware - (forrit sum gera fortreð á ymsan hátt)
- Spybot S&D - Fjernar spyware v.m.
- Trýst á "Update", trýst á "Search for updates". Um har eru uppdateringar (síggjast sum ein listi niðanfyri), so høgra klikk mitt á listan og vel "Select All". Trýst síðani á "Download Updates".
- Trýst á "Immunize". Um hann biður teg "... please immunize", so trýst á tann grøna krossin ovast til vinstu har tað stendur "Immunize".
- Trýst á "Search & Destroy". Trýst á "Check for Problems". Um nakað verður funnið, trýst á "Fix Selected Problems".
- Hatta var tað!
- AD-Aware - Fjernar adware/spyware v.m.
- CCleaner - Ruddar ymiskt upp á telduni.
- Frí (gratis) antivirus
- AVG anti-virus free (fær betri ummælir enn Avast!)
- Ikki frí antivirus
- Steganos antivirus 2007 trial (næstan eins við Kaspersky, bara á enskum og bílingari)
- Kaspersky antivirus 6 trial
Ungang at fáa "skrebu" á telduna
- Flest øll dáma best at brúka Internet Explorer sum browsara, men eg vil viðmæla Mozilla Firefox. Hann er skjótari, ikki so sárbarur fyri spyware/adware/virus og øðrum lorti. Eisini vil eg viðmæla Mozilla Thunderbird sum post forrit. Fordeilirnir eru teir somu sum við Firefox.
- Lat vera við at siga "ja" til at installera ymiskt á telduna, ella við at siga "ja" ella "ok" til at kanna telduna fyri virus, ella okkurt annað um tú ert á eini heimasíðu. Ikki installera nakra leitibar "searchbar" sum tú fær bjóðað. Og um tú kemur at installera okkurt, syrg so fyri at fjerna tað so skjótt sum møguligt.
Labels: [fo] Teldu tvass