Sunday, June 24, 2007

[fo] Installera ein teldu av nýggjum

Installera ein teldu av nýggjum:
  1. Hav eina Windows fløgu, og lykilin til taks.
  2. Legg fløguna í og genstarta telduna.
  3. Um teldan biður teg trýsta á ein tast, so ger tað, so startar hon frá fløguni.
  4. Um hon ikki ger tað, so mást tú inn í BIOS at broyta okkurt.
    • Um tú ikki veit hvat tú ger, so steðga her! Er tað nakrastaðni har man skal vita hvat man ger, er tað í BIOS!! Tú kann gera óbótaligan skaða har!! Ring til onkran ið kennur okkurt til teldur og BIOS, og spyr.
    • Um tú veit hvat tú skal gera, so set telduna til at starta frá fløguni, goym broytinar, og genstarta telduna.
  5. Installationin startar nú, og tað kann taka eina góða løtu.
  6. Vel at tú skal gera eina nýggja installatión.
  7. Tá tú kemur til at skulla velja hvar Windows skal installerast og hvussu skalt tú velja hvar tað skal liggja, vel so (oftast) fyrsta diskin, og vel at hann skal formaterast í NTFS, og vel at tað skal vera "quick".
  8. Nú er tað bert straight forward :-) Fylg tí sum teldan sigur.
Hendan greinin finst eisini á enskum.

Labels:

0 Comments:

Post a Comment

Links to this post:

Create a Link

<< Home